Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Nólsoy Føroyar Kunning
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin til Nólsoyar

Grøna oyggin!

Orku-aðalfundur verður leygardagin 30. jan. 2010

kl. 15:00 í Nólsoyar skúla

Á skránni er: Frágreiðing. Roknskapur. Nevndarval. Ymiskt

 

Mikudagin 16. desember er kunnandi fundur um "Vindmylluna á Boðanum" í skúlanum kl. 17 til 18

Mikudagin 16. desember er jólaguðstænasta v/ Ann D. Hansen, presti - í Nólsoyar kirkju kl. 10:30

 

 

Jólasølan 2009 verður í Royndarhúsinum sunnudagin kl. 15 - 20 ...eisini verður kaffi/rís à la mande til keyps

 

Framløga av bókunum: "Nólsoy, søgubrot og fólk"

Verður í tilhaldinum í Nólsoy, leygardagin 14. nov. 2009 kl. 14:00

Kostnaður fyri báðar bøkurnar kr. 500,-

 

Jólasøla verður í Nólsoy 22. nov. 2009.

Við vón um nóg stóra undirtøku, verður heitt á tey, ið áhugað hava fyri tiltakinum, at tekna seg hjá Janu (tlf.252247) ella hjá Unu (tlf.217002) áðrenn 15. nov.

Árligi harudagurin varð fyriskipaður 7. nov.

22 mans tóku lut og samlaða veiðan taldi 50 harur. Tá ið Jens-Kjeld Jensen hevði vigað og kannað harurnar, vóru tær býttar í partar, soleiðis at hvør maður fekk 2 harur. Síðani varð farið oman í hugnaligu Kunningarstovuna at eta góðan døgurða.

Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen eru myndir frá tiltakinum í 2008, í partinum "Ársins gongd í Nólsoy".  

 

Gongur tað, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar, fer Ternan at sigla millum Havnina og Nólsoy frá 1. oktober...

Samstundis er ætlanin at fara í gongd við eitt nýtt skip til Nólsoynna, so Ternan verður ein fyribilsloysn...

---

Svomið varð um Nólsoyarfjørð 29. aug. 2009. Eins og fráboðað, varð svomið um Nólsoyarfjørð 14 dagar eftir ovastevnu, tíðirnar eru á portal.fo

--- 

Ferðatíðirnar á ovastevnu 2009

---

Sunnudagin 9. august 2009 fer Westward Ho at sigla tveir túrar til Nólsoyar...  

---

Ovastevna verður 14.-16. aug. 2009 - ferðatíðirnar verða lýstar í næstum. SSL hevur boðað frá farmatúrum við Ternuni 12. august kl. 09:00 og 18. august kl. 12:00.

---

Nólsoy hoyrir til smáu oyggjarnar í Føroyum. Oyggin er 10 km² til víddar, og liggur umleið 5 km eystan fyri Tórshavn. Teir 20 minuttirnir, tað tekur at sigla úr Havn til Nólsoyar, eru 20 minuttir, har tú krevur at umstilla teg frá buldrandi býarlívinum til friðsæla bygdarlívið - tað er sum at koma í eina aðra verð at vitja oynna. Her eru fáir bilar millum húsini, og nærleikin við náttúruna kennist sum ein gáva, tú ikki visti av, at tú ynskti tær.

Gongur tú frá kaiini, har Ritan leggur at, nakrar hundrað metrar norður- ella suðureftir, ert tú longu komin út um bøgarðarnar. Her valdar seyður og fuglur, og friðsælan í náttúruni. Kanska møtir tú einum fylgi av ferðafólki, sum við einum bygdarfólki sum leiðara eru farin á útferð til vitan á Borðuni, síggja heimsins størsta drunnhvítabýli ella okkurt heilt annað.

Hevur tú hug at verða verandi longur, tá tað skýmir, og Ritan fer seinasta túrin til Havnar, eru góðir gistingarmøguleikar í Nólsoy. Set teg í samband við Nólsoyar Kunningarstovu. Velur tú kortini at fara inn aftur á "meginlandið", gleða vit okkum longu at síggja teg eina aðru ferð.

 
Nýtt
27-08-2010
Ullafestivalur í Vágum
Workshops í Tøving, Hornarbeiði og Plantuliting. Dansiundirvísing, konsertir og stór buffet úr seyðaúrdráttum á Hotel 62N


22-07-2010
Drunnhvítatúrur í Sandoynni
Leygarkvøldið 31. juli kl. 21.30 skipar Sandoyar Kunningarstova fyri drunnhvítatúri í Norðasta Haga við ferðaleiðarunum Páll í Dalsgarði og Lauru Joensen. Har verður møguleiki fyri at síggja drunnhvítan og stórslignu náttúruna - hetta má bara upplivast. Í húsinum undir Borgini verður borðreitt við súpan, kaffi og pannukøkum. Møguleiki er eisini fyri gisting í Norðasta Haga. Farið verður av Keldu. Prísur fyri Drunnhvítatúrin: 150,-. Gisting í húsunum undir Borgini: 150,-. Tilmelding er neyðug til túrin áðrenn 30. juli kl.16 á Sandoyar Kunningarstovu, tlf. 361836 ella info@visitsandoy.fo


16-07-2010
Bygdatúrur í Skopun við Jens Marius Hentze
Ætlanin er at gera ein spennandi bygdatúr runt í Skopunarbygd sunnudagin 1. aug. kl. 14-16. Byrjað verður niðri á kaiini og ætlandi varir túrurin 2 tímar. Nógv forvitnisligt verður tikið fram úr bygdasøguni í Skopun. Meira kunning fæst á tel. 253519. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 13.15 og úr Skopun aftur kl. 16.30 og 18.30. Norði á Torginum verður kaffi og vaflir serverað! Túrurin kostar kr. 80/-


15-07-2010
Tilboð til skúlaflokkar
Vit á Giljanesi vilja bjóða tykkum ein túr vestur í Vágar at síggja okkara vøkru oyggj. Í Vágum er mangt og hvat at uppliva, her eru bert nakrir av møguleikunum les meira


12-07-2010
Ólavsøkukonsertin 2010
Óalmenna brakið, sum byrjar tjóðarhátíð føroyinga, bjóðar bæði tað besta innan føroyskan tónleik og eitt av størstu donsku nøvnunum júst nú, Dúné, og fer bæði at verða sungið og dansað alla náttina í Tórsgøtu 27. juli


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Nólsoy
Forritað og sniðgivið hevur Zenit