About Nólsoy // UM Nólsoy

38670944_2303037763056313_8633642880738525184_o.jpg

Nólsoy is the beautiful green island you see just facing Tórshavn. The island is only ten square kilometres, but that is more than enough room for the 817 sheep, the few hundred thousand birds and the 219 people who live here - and of course there is always room for you too!

Who would have thought that in the midst of the ‘Land of Maybe’ there would be an island where everything is possible? The people of Nólsoy most certainly know that if you can dream it, you can do it. If you want a swimming pool in your backyard, then you take a shovel and start digging and before you know it, four other villagers have arrived with shovels to help you realize your dream. If you want a bar in your basement, well then you go for it. It is all about dreaming.


Are you sitting comfortably? Well then let us head out to Nólsoy for a little trip. Just a little trip. Let us stir your senses, transport you to Nólsoy and let you meet some of the interesting creatures that live here… because when you visit an island you visit the people, the plants, the animals and all things living.

See Nólsoy

Eight eider ducks paddle in the boat basin. One of them has managed to get the plastic rings from a six-pack of beer around its neck. The bird is lucky to live in Nólsoy because in a minute it will be rescued by a bunch of kids who will carry it up to Jens Kjeld, the ornithologist, who will free its neck from the plastic. Down by the wharf someone is practicing on a unicycle. Up in the pastures a few people are weeding their potato fields. A woman comes walking along the road. She is wearing ‘Tórshavn clothes’. The ferry must be making its way across the fjord. Some kids are playing on a raft down on Malarendi – the little sandy beach area. Now they are running up from the shore. Yes, the ferry is steaming in. For a while there is quite the commotion on the wharf. Many people come ashore sporting ‘Tórshavn clothes’ and then a few cars and a couple of tractors. Mothers and fathers remind their kids to watch out for the cars. They are not used to walking in traffic. The ferry suddenly leaves again. The eider ducks look up again from under the water and the kids return to the beach to play. The woman in “Tórshavn clothes” has gone back to the city, but looks forward to returning to Nólsoy at the next ferry crossing.


Hear Nólsoy

The waves ripple. “Uhh! Naah!? Aw!? Oh!? Uhh!” the eider ducks in the fjord squawk simultaneously, as if one of them was explaining something particularly interesting. A seagull shouts out to its seagull friends telling them that a careless woman has just set a pot of something delicious outside to cool. There is a constant subsonic hum of starlings, sparrows and other small birds chattering on the rooftops, mixed with a few moments of feathery drama when one of them spots a breadcrumb or a worm. A door slams shut as a woman runs out to put a lid on the pot she had put on the steps. The ferry arrives from Tórshavn. The eider ducks take a dive and the seagulls fly off. For a moment the bird chatter stops. The rumble of the ferry engine echoes across the entire village. People get off the boat and there are some cars too. The wharf is bustling. People speak loudly – they have just arrived from Tórshavn. “Ternan”, the ferry, sails off to Tórshavn again and you can hear the silence in between the loud voices. The voices grow softer and once again you can hear the waves, the eider ducks and the sparrows. The seagulls manage to get the lid off the kitchen pot. You can tell by the sound of the woman shouting in the driveway. “Oh well,” she says laughing at the situation, “I guess you need to eat too.”


Smell Nólsoy

The smell changes with the seasons. Right now you can smell the rain, the wet soil, the grass that needs mowing, the newly cleaned stable, the ocean and the seaweed, waffles with cardamom and somebody standing in the rain, regretting that they started to paint the house just a moment ago when the sun was out. In Nólsoy you can also smell burning wood from the furnaces and outdoor hot pots, hay, wool, stables, grilled fish or lamb or pork, beer, northern seabirds, wild angelica and perfume from the people on their way to Tórshavn.

Taste Nólsoy

In Nólsoy there is one grandmother – no, of course there is not just one grandmother – but there is one grandmother who knows a whole lot about which of the herbs and plants in the outfields are tasty. With her extensive knowledge and pleasant disposition, she has inspired many of us to pick and eat a whole range of plants in our environment. This is noticeable in our cooking, both in private homes and at the café Gimburlombini. But Nólsoy does not just taste of various weeds, nettle and clover, at Maggies you can also get burgers and fish and chips with an ice-cold lager and at Kaffistovan they while serve you a selection of Pizzas and Pastas.

…. wake up! You are not in Nólsoy jet - but sure you will come visit soon? See your guide on: HOW TO GET HERE!.

What others have said about the Faroe Islands > Nólsoy (in Swedish): Arbetarbladet, 17/7-2019: Förförd av en flock valar - av Bernt-Olov Andersson

Alessio Messiano, photographer


Nólsoy er ein vøkur grøn oyggj uttanfyri Havnina. Oyggin er einans 10 kvatratkilometrar, men tað er ríkiligt av plássi til teir 817 seyðirnar, nakrir hundraðtúsundtals fuglar og tey út við 225 fólkini, sum búgva í Nólsoy - og sjálvsagt er eisini pláss fyri júst tær!

Hvør skuldi trúð tí, at mitt í “The Land of Maybe” er ein oyggj, har alt er møguligt og har alt letur seg gera? Íbúgvarnir í Nólsoy kenna væl tað sannroynd, at kanst tú droyma tað, so kanst tú eisini gera tað. Um tú vilt hava ein svimjihyl í garðinum hjá tær, so tekur tú ein spaka og byrjar at grava, og áðrenn tú fært vent tær, standa fýra onnur bygdafólk í garðinum við spaka í hond og hjálpa tær at fullgera dreym tín. Um tú ynskir tær eina barr í kjallaranum hjá tær, so loypur tú út í tað. Tað handlar um at droyma.

Situr tú væl? Íðan, so lat okkum taka teg út til Nólsoyar ein túr. Bara ein lítlan túr. Lat okkum tøla tínar sansir, flyta teg til Nólsoyar og vísa tær nakrar av teimu áhugaverdu verunum, sum liva har….tí, tá ið tú vitjar eina oyggj, tá vitjar tú fólkini, planturnar, djórini og allar livandi verur tess.

Síggj Nólsoy

Átta æður liggja og damla inni í bátahylinum. Ein av teimum hevur fingið ein plast-ring frá einum six-pack av øli runt um hálsin. Æðan er heppin, at hon býr júst í Nólsoy, tí um eina lítla løtu verður hon bjargað av nøkrum børnum, sum taka hana niðan til Jens Kjeld, fuglafrøðingin, sum fer at bjarga æðuni undan plastinum. Niðri á keiini venur onkur við eini einhjólaðari súkklu. Uppi í bønum veltir ein annar eina eplaveltu. Ein kvinna kemur gangandi kvikliga eftir vegnum. Hon er í ‘Havnar klæðum’. Ferjan Ternan er helst komin yvir um fjørðin. Nøkur børn spæla við ein reka niðri á Malarenda - tí lítlu, hvítu sandstrondini. Nú renna tey undan aldunum. Jú, ferjan leggur at nú. Nú kemur røringur í á keiini. Á klivum. Fólk kemur í land ílatin ‘Havnar klæði’ og aftaná koma nakrir fáir bilar and onkur traktorur. Mammur og pápar biða børnini ansa sær fyri bilunum. Tey eru ikki von at ganga í ferðslu. Ternan fer brádliga aftur.

Æðurnar koma upp undan vatnskorpuni aftur og børnini fara aftur á sandin at spæla. Kvinnan í ‘Havnar klæðum’ er farin innaftur í býin, men gleðir seg longu at koma út aftur til Nólsoyar við næsta farti.


Hoyr Nólsoy

Aldurnar tutla. “Uhh! Náááá!? Áh!? Oh!” Æðurnar í sjónum gáka í senn, sum um ein av teimum fortelur teimum okkurt serliga áhugavert. Ein likka geylar út um allar geilar at fortelja fyri sínum likkuvinum, at ein óskettin kona júst nú hevur stillað eina grýtu við onkrum leskiligum út um at køla. Ein óendaligur ljóðmeldur av starum, spurvum og øðrum smáfugli hoyrist uppi á tøkum og hjøllum, brátt avbrotin av løtum við fjaðraroki, tá ein av teimum ber eyga við ein breyðmola ella ein maðk. Ein hurðabrestur hoyrist um allar geilar, tá konan við pottinum hvellir hurðina upp og í skundi leggur eitt lok á pottin, ið hon júst í áðni stillaði uttanfyri at kølna. Ferjan kemur úr Havn. Æðurnar kava hvør sum ein og likkurnar flúgva avstað. Í eitt bil steðgar sussanin av fuglunum. Dunið av motorinum hjá ferjuni kastar bergmál eftir sær runt bygdina. Fólk koma út úr ferjuopinum og eisini nakrir bilar. Rokan í fjøruni. Fólk tosa hart - tey eru júst afturkomin úr Havn. “Ternan” sum ferjan eitur, siglur aftur til Havnar og tú hoyrir tøgnina ímillum mannamálið. Tosið verður mjúkari og nú hoyrir tú aftur áartutlið, æðurnar og spurvarnar. Tað eyðnast likkunum at fáa lokið av grýtuni. Tú hoyrir tað av rópanini frá konuni “Á, gotter” sigur hon við einum brosi “Tit skulu væl eisini hava okkurt at eta.”


Lukta Nólsoy

Lukturin broytir árstíðina. Beint nú luktar tú regnið, vátu moldina, høga grasi, sum átti at verið sligið, tað nývaskaða fjósið, havið og taran, vaflur við kardamummu og onkur, sum stendur í regninum og angrar at tey byrjaðu at mála húsini fyri løtu síðani, tá sólin kagaða fram eina løtu. Í Nólsoy luktar tú eisni brennandi við frá eldstaðum og uttandura heitum pottum, hoyggi, ull, fjósi, grillaðan fisk ella lambskjøt ella skinku, bjór, sjófugl, villa hvonn og luktilsi á fólki til og úr Havn.

Smakka Nólsoy

Í Nólsoy býr ein omme - nei, sjálvandi eru fleiri ommur í bygdini - men ein omma, sum veit sera nógv um hvørjar urtir og plantur í haganum eru væismakkandi. Við síni rúmu vitan og góðu ráðum, hevur hon givið fleiri av okkum íblástur at fara út at heinta og eta ein rúgvu av plantum í okkara umhvørvi. Hetta smakkast aftur í okkara matgerð, bæði í privatum heimum og eisini á kafé’ini Gimburlombunum. Men Nólsoyggin smakkar ikki einans av ymsum urtum, nótum og smærum. Á Maggies Café fært tú burgarar og fisk og kips saman við eini ísakaldari bjór og í Kaffistovuni bjóða tey pitsa og pasta.

…vakna!! Tú ert ikki í Nólsoy enn - men er tað nú víst, at tú kemur skjótt? Hygg á síðuni: HVUSSU KOMI EG TIL NÓLSOYAR?!

VIT SÍGGJAST Í NÓLSOY ;-)