Budam
Jul
20
8:00 PM20:00

Budam

Teatralskur tónleikur

So var hann aftur í Maggies. Hesin teatralski guitaristurin og sangarin, sum megnar at rúnarbinda eina stóra mannamúgvu við sínari teatralsku útstráling.

Inn til víðari hevur hann lati tríggjar útgávur frá sær, sum allar hava fingið avbera góð skotsmál. Tær eru Stories Of Devils, Angels, Lovers And Murderers , Man og kanska komandi Songs for NoThing.

Sangirnir sum spældir verða eru av áðurnevndu útgávum.

Búi er sjálvandi eisini kendur millum børnini. Hann hevur saman við Dánjal á Neystabø givið eina rúgvu út við Ævintýrferðini.

Vit gleða okkum at hoyra Búa aftur. Hesuferð saman við Magnus Johannessen og kanska Rógva á Rógvu og Ásu Wraae.

Atgongumerki til konsertina á kr. 210,- fáast her á síðuni.

Atgongumerki fáast her á maggies.fo 🙂

View Event →
Jasmin
Aug
16
8:00 PM20:00

Jasmin

Faroese singer of the year FMA 2019

Hóast JASMIN er ein rættiliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum, hava tey longu smelta mong hjørtu og spælt nógv runt landið seinastu 2 árini.
Bólkurin byrjaði í 2017 har tey sama ár vunnu Sement kappingina.

Bókurin hevur eitt globalt verðinsljóð við einum samantvinningi av soul og elektroniskum poppi. Samtundis dregur bólkurin íblástur úr lívinum í Føroyum, har sirm av myrkari tónum av og á krýpa inn í ljóðmyndina.

Hugtakandi avhendingin og spennið hjá sangarinnuni, Jasmin Mote, gevur tónleiki teirra eina einskilaða og originala rødd, sum víðkar ljóð teirra langt út um føroysku landoddarnar.
Til ’’Faroese Music Awards 2019’’ vann Jasmin prísin ’’´Ársins Kvinnuligi Sangari’’.

Bólkurin JASMIN er uppá stutta tíð vorðin ein av teimum mest umtóktu nøvninum í Føroyum.

Jasmin Mote à Vokal
Bergur Fonsdal Johannesen à Bass, sampling
Harald Fonsdal Johannesen à Trummir
Vinjar Egilsnes Petersen à Keyboard og synths

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast her á maggies.fo

View Event →

Edith Dahl Jakobsen - Singer/Songwriter
Jun
22
8:00 PM20:00

Edith Dahl Jakobsen - Singer/Songwriter

Edith og Allan spæla egin løg, sum eru skrivað við íblástri úr náttúruni eins og frá fólki og hendingum kring tey.
Stílurin er tvíraddaður, fangandi poppur við einum ferili av country og folk.
Edith Dahl Jakobsen hevur framført nógv alment hetta síðsta árið, og hevur hon eisini útgivið stakløgini Let The Ship Come In og Remedy. Herfyri var hon tilnevnd sum “Ársins sangari 2018” til FMA.

Allan Tausen munnu tey flestu kenna best frá bólkinum Marius Ziska. Til FMA 2018 vunnu teir heiðurslønina “Ársins útgáva” fyri plátuna Portur. Allan hevur eisini sjálvur útgivið plátuna Unknown og hevur m.a. framført við Eivør, Lindu Andrews og fleiri øðrum.

Atgongumerki á kr. 110,- fáast her á maggies.fo

View Event →
Acoustic Eidolon - strings trio USA/DE
Jun
20
8:00 PM20:00

Acoustic Eidolon - strings trio USA/DE

Acoustic Eidolon

Passion on Strings – Soundscapes from Colorado

Hannah Alkire cello, vocals
Joe Scott guitar, vocals
Thomas Loefke celtic harp

Guitarist Joe Scott and cellist Hannah Alkire from Colorado/USA created an exciting new acoustic sound blending Celtic, Americana, Rock, Vocal & Flamenco musical influences, to something that Dirty Linen Magazine praises as “a sumptuous musical feast.” Norðan harpist Thomas Loefke adds the magic of the Celtic harp to Hannah’s stunning, impeccable and highly emotional cello-playing and Joe’s bell like rhythmical guitar and guitjo. Hannah Alkire is recognized internationally for taking the cello places it’s never been before. At Summartónar Acoustic Eidolon will perform a mixture of their own music and compositions by Faroese composers Angelika Nielsen and Kristian Blak.
www.acousticeidolon.com  www.thomasloefke.eu

The program (not in order):
Arrivals (Thomas Loefke)
A Tree Finds Its Voice (Hannah Alkire / Joe Scott)
Sunnan (Angelika Nielsen / Thomas Loefke)
Doegg og Sproti (Angelika Nielsen)Alvastakkur (Kristian Blak)
Dimun (Kristian Blak)
Steinurin i Ydu / Skorðarheyggurin (Angelika Nielsen)
River of Fire (Joe Scott)
A Journey from Water to Sky (Hannah Alkire)
At the River of Thor (Angelika Nielsen)
Afskedsvals  (Angelika Nielsen)
Walking Stones (Joe Scott)
Nemlig (Thomas Loefke)

Atgongumerki á kr 100,- fáast her á Maggies.fo

View Event →
200 á Maggies
Jun
15
8:00 PM20:00

200 á Maggies

200, sum hava seks útgávur aftan fyri seg, vitja endiliga aftur í Maggies.

“Vit gleða okkum sum teir stóru smádreingirnir, vit eru, at koma til Nólsoyar. Hóast vit ætla at spæla so hart, at man hoyrir tað til Havnar, so viðmæla vit at man kemur við yvir um fjørðin. Tað ljóðar betri. Og so verður kalt øl í barrini hjá Terja”, siga teir.

Atgongumerki til konsertina, sum er kl. 20.00, kunnu keypast á Maggies fyri kr. 2oo,-
Talan er um standi/flippa út konsert 🙂

View Event →
Oyggjadagur 2019
Jun
15
9:00 AM09:00

Oyggjadagur 2019

Oyggjadagur verður leygardagin 15. juni.

Hesin vælumtókti dagurin, har vitjað verður úti í smáu oyggjunum í Tórshavnar kommunu.

Fólkini í oyggjunum gleða seg at taka móti teimum vitjandi aftur í ár.

Í Nólsoy verður møguligt at fara túr við ferðaleiðara Suður í Dalar kl. 14.00. Komið verður aftur í bygdina kl. 17.00. Eisini verður møguligt at fara túr runt í bygdini og sjórænaratúr saman við børnunum.

Kl. 17.00 koma bátarnir frá hinum oyggjunum til Nólsoyar og á keiøkinum undir Gamla Pakkhúsinum selja Gimburlombini mat, øl og vatn og náttúru vín. Nólsoyingar spæla og kl. 18.00 verður sangløta við Nólsoyar Sangkórið. Ternan siglir av Nólsoynni aftur kl. 22.20.

Nólsoyar Heimvirkið hevur opið allan dagin frá kl. 14.00

Matvørubúðin er opin frá kl. 10.00.

Maggies Café hevur opið frá kl. 13.00 til 03.45. Konsert við 200 verður kl. 20.00 (atgongumerki fáast á Maggies.fo)

Kaffistovan hevur opið frá kl. 13.00 til 23.00

Gimburlombini hava eisini opið frá kl. 10.00 til teir síðstu oyggjadagagestirnir eru farnir.

Kunningarstovan í Nólsoy hevur eisini opið allan dagin.

Vælkomin til ein hugnaligan dag í Nólsoy við góðum mati, túrum, sangi, tónleiki og hugna.

Atgongumerki til teir ymsu túrarnar á Oyggjadegnum kunnu fáast á Kunningarstovuni í Havn í Steinatúni og við at bílleggja á tlf. 30 24 25.

Oyggjadagurin 2018. Mynd: Evy Toftegaard Nielsen
View Event →
Bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia
Jun
6
7:00 PM19:00

Bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia

Bindiskeið verður í skúlanum í Nólsoy hóskvøldið 6. jun kl. 19.00-22.00

Arbeitt verður við

  • holmynstur

  • blaðmynstur

  • strukturmynstur

Skeiðsluttakarar fáa uppskriftir og bindibók.

Tilmelding á facebookbólkinum “Nólsoyarnevndin” ella á tlf. 21 70 15

Skeiðið kostar 2000,- (ikki per persón, men í alt, so jú fleiri luttakarar, tess bílligari fyri hvønn)

View Event →
Marius Ziska - the one and only ÚTSELT
Jun
1
8:00 PM20:00

Marius Ziska - the one and only ÚTSELT

Nýliga afturkomnir av væleydnaðari konsertferð í Tysklandi, koma Marius við okestri í Maggies.

Teir sum mannað bólkin fyriuttan Marius sjálvan, eru Heðin Ziska, Brandur Jacobsen og Allan Tausen.

Atgongumerki fáast her á síðuni 🙂

http://www.mariusziska.com/?fbclid=IwAR0yyxrwJ502q00wZDvxDM54ZNQVhw2bWbUSGm79hTj87u8luRtQNeTZJYQ

Atgongumerki fáast á maggies.fo ÚTSELT

View Event →
Kátir kallar
May
31
to Jun 1

Kátir kallar

So vóru teir aftur her. Kátir Kallar. Altíð ein garantur fyri eini góðari konsert. Cremé de la cremé av føroyskum jazztónleikarum, sum her framføra kend føroysk løg í jazzifiseraðum hami.

Rógvi á Rógvu, trummur – Arnold Ludvig, bass – Magnus Johannessen, piano og Herluf Lutzen, guitar. Kátir kallar við lít 🙂

Atgongumerki á kr. 110,- fáast hjá Maggies.fo og við dyrnar.

EN//

Back again. Kátir Kalla. Always a guaranty for a good concert. Cremé de la Cremé Faroese jazzmusicians, who will give you famous Faroese tunes in a jazzified version.

Rógvi á Rógvu, drums – Arnold Ludvig, bas – Magnus Johannessen, piano og Herluf Lutzen, guitar.

Tickets by the door or online at www.maggies.fo

View Event →
Vøkstur - eitt 4 dagars tekniskeið.
May
20
5:00 PM17:00

Vøkstur - eitt 4 dagars tekniskeið.

IMG_1247.jpeg

Lær teg at tekna blómur og aðarar plantur saman við Gimburlombunum í Nólsoy og

Jón Sonna Jensen.

‘Vit í Føroyum hava eina langa søgu, har blómur og plantuvøkstur sum heild hava inngingið í okkara visuellu mentan. Náttúran hevur altíð fylt nógv í hesi søguni og somuleiðis eisini ein nærmynd av hesum vøkstri. Vit kenna tað kanska serliga aftur í okkara hondarbeiði, í binding og brodering.
Vit hava eisini verið stinn í at skjalfesta okkara vøkstur her á landi, og er hetta nakað av tí eg fegin vil koma inn á. Vit koma eisini at hyggja eftir altjóða siðunum innan hetta evnið, har vit ferðast allan heimin runt, frá Japan til Hollands og nógva aðrastaðni á verðini. Bæði í nútíðini og langt aftur í søguna. Porcelenlist, málningalist, skulpturar, tekningar, og brodering. Listarligt og dokumenterandi’, soleiðis skrivar Jón Sonni Jensen um skeiðið.

Á skeiðnum verður arbeitt við eini breiðari viftu av tilfari og teknikkum.

Skeiðið verður hildið fýra mánadagar: 20. mai, 27. mai, 3. juni og 10. juni. Allar dagar frá kl. 17.00 til 22.00 - (til ber at koma úr Havnini við Ternuni og innaftur seinni um kvøldið).

Sí meira á heimasíðu teirra www.gimburlombini.com.

View Event →
Signar í Tomrum (ÚTSELT)
May
18
8:00 PM20:00

Signar í Tomrum (ÚTSELT)

Fólksins trubadurur.

Nú verður Signar aftur at hoyra í Maggies í mai.

Signar hevur í nógv ár undirhildi føroyingum víða hvar í ymsum samanhangum men legði landið fyri sínar føtur við sanginum “Tað er gott at elska” hjá Bubbi Mortens.
Hevur fingið góð skoðsmál fyri sína versión av sanginum frá komponistinum sjálvum.

Síðan hevur hann levera hit eftir hit.

Vit kenna hann annars frá Kjølum og ROX. Signar gjørdi eisini nakrar sangir hjá vælumtókta bólkinum All that Rain.
Vit gleða okkum.
Atgongumerki fáast á www.maggies.fo fyri kr. 212,-

View Event →
Joe and the Shitboys
May
11
8:00 PM20:00

Joe and the Shitboys

SHITPUNK FROM SHITSVILLE!
FO

Fríggjadag 12/04/2019 útkom tann higartil týdningarmiklasta føroyska shitpunk útgávan í ár!

The Reson for Hardcore Vibes!

Tíggju provokerandi og catchy slagarar! Teirra í millum eru “Drugs R’4 Kidz”, “If You Believe in Eating Meat, Start With Your Dog” og “Wonderwall.”

Leygarkvøldið tann 05/11/2019 hava Joe & the Shitboys útgávukonsert í Maggies!
Konsertin verður garanterað full av crazy orku, hardcore vibes, fun times og kenslubornum løtum!

Atgongumerki fáast á https://www.maggies.fo

EN

SHITPUNK FROM SHITSVILLE!

Friday April 12th. the most important Faroese shitpunk edition was released this year!

The Reason for Hardcore Vibes!

Then provoking and catchy schlagers! Amongst others “Drugs R’4 Kidz'“ “If You believe in Eating Meat, start with your Dog” and “Wonderwall”.

Saturday May 11th. Joe And The Shitboys are having their release concert at Maggies! The concert will definitely be full of crazy power, hardcore vibes, fun times and emotional moments.

Tickets at www.maggies.fo

View Event →
Reg And Andreas
May
10
8:00 PM20:00

Reg And Andreas

Den canadiske sanger Reg Downey med den store, bløde stemme og den danske pianist og sanger Andreas Flensted-Jensen har nu i 3 år udgjort en hjertevarm duo, der begejstrer publikum ved deres mange koncerter i både Danmark og udlandet. Med deres smittende humor og livsglæde bliver man draget med af musikken og løftet op af de flotte sangtekster. De har udgivet flere CD’er samt musikvideoer.

Med to stemmer og klaver bliver publikum ført med ind i et helt særligt lydunivers, hvor duoen leverer smukke sange i unikke fortolkninger præsenteret med humor og dybde. Man kan både opleve dem synge deres egne sange, bl.a. ”Another Chance To Fly”, som er sprudlende og livsglad, soft pop samt kendte sange som eksempelvis “Bridge Over Troubled Water” og sange fra film og musicals.

Billetter: https://www.maggies.fo

View Event →
Apr
20
10:00 AM10:00

HeiMA 2019

Mynd av facbooksíðuni hjá HeIMA

Mynd av facbooksíðuni hjá HeIMA

10 húsarhald í Nólsoy, bjóða hin 20. apríl vælkomin til HeiMA páskaaftan 2019.

10 tónleikanøvn framføra 2 konsertir í part á uml 43 min í 10 Nólsoyarheimum (sí mynd og http://heima.fo/2019/heimligu-heimini-eru-heima/).

Talan er fyrst og fremst um føroysk tónleikanøvn. Hesi vera kunngjørd leypandi inntil stutt áðrenn HeiMA.

http://heima.fo/blog/ og https://www.facebook.com/events/165274387624205/

Atgongumerki fáast á https://www.atgongumerki.fo/music/845598/heima-2019

View Event →