Filtering by: Community day

Oyggjadagur 2019
Jun
15
9:00 AM09:00

Oyggjadagur 2019

Oyggjadagur verður leygardagin 15. juni.

Hesin vælumtókti dagurin, har vitjað verður úti í smáu oyggjunum í Tórshavnar kommunu.

Fólkini í oyggjunum gleða seg at taka móti teimum vitjandi aftur í ár.

Í Nólsoy verður møguligt at fara túr við ferðaleiðara Suður í Dalar kl. 14.00. Komið verður aftur í bygdina kl. 17.00. Eisini verður møguligt at fara túr runt í bygdini og sjórænaratúr saman við børnunum.

Kl. 17.00 koma bátarnir frá hinum oyggjunum til Nólsoyar og á keiøkinum undir Gamla Pakkhúsinum selja Gimburlombini mat, øl og vatn og náttúru vín. Nólsoyingar spæla og kl. 18.00 verður sangløta við Nólsoyar Sangkórið. Ternan siglir av Nólsoynni aftur kl. 22.20.

Nólsoyar Heimvirkið hevur opið allan dagin frá kl. 14.00

Matvørubúðin er opin frá kl. 10.00.

Maggies Café hevur opið frá kl. 13.00 til 03.45. Konsert við 200 verður kl. 20.00 (atgongumerki fáast á Maggies.fo)

Kaffistovan hevur opið frá kl. 13.00 til 23.00

Gimburlombini hava eisini opið frá kl. 10.00 til teir síðstu oyggjadagagestirnir eru farnir.

Kunningarstovan í Nólsoy hevur eisini opið allan dagin.

Vælkomin til ein hugnaligan dag í Nólsoy við góðum mati, túrum, sangi, tónleiki og hugna.

Atgongumerki til teir ymsu túrarnar á Oyggjadegnum kunnu fáast á Kunningarstovuni í Havn í Steinatúni og við at bílleggja á tlf. 30 24 25.

Oyggjadagurin 2018. Mynd: Evy Toftegaard Nielsen
View Event →