Filtering by: visual art

Vøkstur - eitt 4 dagars tekniskeið.
May
20
5:00 PM17:00

Vøkstur - eitt 4 dagars tekniskeið.

IMG_1247.jpeg

Lær teg at tekna blómur og aðarar plantur saman við Gimburlombunum í Nólsoy og

Jón Sonna Jensen.

‘Vit í Føroyum hava eina langa søgu, har blómur og plantuvøkstur sum heild hava inngingið í okkara visuellu mentan. Náttúran hevur altíð fylt nógv í hesi søguni og somuleiðis eisini ein nærmynd av hesum vøkstri. Vit kenna tað kanska serliga aftur í okkara hondarbeiði, í binding og brodering.
Vit hava eisini verið stinn í at skjalfesta okkara vøkstur her á landi, og er hetta nakað av tí eg fegin vil koma inn á. Vit koma eisini at hyggja eftir altjóða siðunum innan hetta evnið, har vit ferðast allan heimin runt, frá Japan til Hollands og nógva aðrastaðni á verðini. Bæði í nútíðini og langt aftur í søguna. Porcelenlist, málningalist, skulpturar, tekningar, og brodering. Listarligt og dokumenterandi’, soleiðis skrivar Jón Sonni Jensen um skeiðið.

Á skeiðnum verður arbeitt við eini breiðari viftu av tilfari og teknikkum.

Skeiðið verður hildið fýra mánadagar: 20. mai, 27. mai, 3. juni og 10. juni. Allar dagar frá kl. 17.00 til 22.00 - (til ber at koma úr Havnini við Ternuni og innaftur seinni um kvøldið).

Sí meira á heimasíðu teirra www.gimburlombini.com.

View Event →