Back to All Events

Budam

  • Maggies Cafe 26 Válagøta Nólsoy, 270 Faroe Islands (map)

Teatralskur tónleikur

So var hann aftur í Maggies. Hesin teatralski guitaristurin og sangarin, sum megnar at rúnarbinda eina stóra mannamúgvu við sínari teatralsku útstráling.

Inn til víðari hevur hann lati tríggjar útgávur frá sær, sum allar hava fingið avbera góð skotsmál. Tær eru Stories Of Devils, Angels, Lovers And Murderers , Man og kanska komandi Songs for NoThing.

Sangirnir sum spældir verða eru av áðurnevndu útgávum.

Búi er sjálvandi eisini kendur millum børnini. Hann hevur saman við Dánjal á Neystabø givið eina rúgvu út við Ævintýrferðini.

Vit gleða okkum at hoyra Búa aftur. Hesuferð saman við Magnus Johannessen og kanska Rógva á Rógvu og Ásu Wraae.

Atgongumerki til konsertina á kr. 210,- fáast her á síðuni.

Atgongumerki fáast her á maggies.fo 🙂

Later Event: July 1
NOLLYWOOD 2019