Back to All Events

Oyggjadagur 2019

Oyggjadagur verður 15. juni

Oyggjadagur verður aftur í ár. Hesin vælumtókti dagurin, har vitjað verður úti í smáu oyggjunum í Tórshavnar kommunu, verður leygardagin 15. juni.

Dagurin hevur verið hildin í seinnu helvt av mai mánað nakrar ferðir. Men fólk í teimum trimum smáu oyggjunum í kommununi vilja fegin hava dagin at verða seinni, tí nógv annað hendir um mánaðarskiftið mai/juni.

Fólkini í oyggjunum gleða seg at taka móti teimum vitjandi aftur í ár. Atgongumerki til Oyggjadagin 2019 verða at fáa til keyps hjá Visit Tórshavn í Steinatúni í næstum.

Tíðindaskriv frá Tórshavnar Kommunu, 16. apríl 2019

Earlier Event: June 14
Herborg Torkilsdóttir
Later Event: June 15
200 á Maggies