Heimablíðni  Photo: Maud Wang Hansen

Heimablíðni

Photo: Maud Wang Hansen

Don’t worry, you won’t be stuck on the island without food (at least not in the summer - out of season, be sure to check opening times).

We have three lovely and cosy cafés on the island, and also a local grocery store:

Kaffistovan - The lovely couple Jóhanna and Jóhannes run Kaffistovan together. They serve a variety of pastas and pizzas, and also serve coffee and cake. On sunny days this is the place to go for ice cream with the kids, and in the evening a great place to grab a beer. They also host dinner parties - just give them a call. (Be sure to also check out their amazing Storm Petrel Tour! + B&B). See more and book at www.kaffistovan.fo.

Maggies - The local bar and one of the best music venues in the country. Is it possible to have a music venue and bar on an island where only 225 people live? YES! Of course it is possible. Everything is possible if you have the will and the determination, and that is something both Terji and Margreth exude! This is the place to go and if you are looking for an intimate concert full of character. They serve beer, cocktails, sodas, coffe and bar food - check them out (and book concert tickets!) at www.maggies.fo.

Gimburlombini - Visit Nólsoy share house with this little café; the cosy small red house at the harbour in Nólsoy. Barbara and Tjóðhild run this place together with friends and family. They serve breakfast, lunch, coffee, cakes, wine, drinks and also host dinner parties- also they have a sauna down at the harbour - don’t miss it! Gimburlombini won the Nordic Food Awards EMBLA for the best Nordic-food destination 2019, look up EMBLA FOOD AWARDS for more. More about Gimburlombini at www.gimburlombini.com.

Heimablíðni - with Maud Wang Hansen. Maud and her husband will offer you a homemade dinner at her cosy house in the center of the village. The house was built in 1937 and has been her familie’s house many generations back. It is possible to order a great three course menu with local seasonal food prepared with a mix of traditional and untraditional cooking. Don’t miss out this opportunity to visit a Faroese home, enjoy Maud’s warm hospitality and Faroese food prepared with love and compassion. Check also her facebook page Ger Tað Sjálv - Maudsa køkshavi For more info contact Maud at maudwanghansen@gmail.com

Matvørubúðin - Matvørubúðin is the local grocery store. There you can get almost everything. Besides the necessities like milk, bread, fruit and butter, they have everything from socks to hammers. They don’t have a webpage, but are in the summer time open Monday to Friday from 9.30 to 17.30, and on Saturdays from 10 - 13. In the winter time, the opening hours might be different. Contact: + 298 327150.

So, just come, you won’t be hungry!

//EN


//FO

Ongin orsøk til stúran. Tú gongur ikki svong/ur á oynni, um tú verður afturúrsigld/ur av Ternuni (í øllum føri ikki um summarið - á vetrartíð er altíð gott at kanna upplatingartíðir).

Vit hava tríggjar ymiskar og hugnaligar matstovur á oynni, umframt Heimablíðni og matvørubúð.

Kaffistovan - Fitta parið Jóhanna og Jóhannes hava Kaffistovuna Sólklingra saman. Tey hava eitt stórt úrval av pasta og pitsa, og bjóða eisini kaffi, te og køku. Tá sólin skínur er hetta staðið, har tú finnur ís til børnini, og um kvøldið er Kaffistovan eitt gott stað at njóta eina bjór. Kaffistovan bjóðar eisini bólkadøgurðar - ring bara og hoyr nærri. (Minst til eisini at kanna teirra drunhvítatúr og gistingarmøguleikar. Alt finnur tú á www.kaffistovan.fo.

Maggies - Lokala pubbin og eitt av bestu live spælistøðum í landinum. Er tað gjørligt at hava eitt spælistað á eini oyggj við einans 225 íbúgvum? JA! Sjálvandi er tað gjørligt. Alt er gjørligt, har vilji og áræðið er, og tað er júst tað, sum bæði Terji og Margreth hava! Hetta er staðið at fara, um tú leitar eftir eini fjálgari konsert við sál. Tey servera øl, kokkteylar, sodavatn, kaffi og barr mat - finn tey (og bíllegg atgongumerki!) á www.maggies.fo.

Gimburlombini - Kunningarstovan húsast undir somu lon sum hendan lítla kafein í lítlu hugnaligu reyðbrúnu húsiunum beint við bátahylin í Nólsoy. Barbara og Tjóðhild reka fjálgu kafé’ina saman við vinum og familju. Tær bjóða morgunmat, miðmála, kaffi, alskyns sløg av te, køkur, vín (nátturuvín!) og bjóða eisini døgurða. Harumframt hava tær eisini sauna beint við keiina - lat ikki hendan møguleika gleppa tær av hondum! Gimburlombini vunnu norðurlendsku EMBLU virðislønina sum besta matferðamál 2019, sí á EMBLA. Meira um Gimburlombini á www.gimburlombini.com.

Heimablíðni - við Maud Wang Hansen. Maud og maður hennara bjóða tær ein heimagjørdan døgurða í hugnaligum húsum hennara mitt í bygdini. Húsið varð bygt í 1937 og hevur familja hennara í faðirætt búð her í fleiri ættarlið. Tað er møguligt at njóta eina tríggjar rætturs matskrá við lokalum mati eftir árstíðuni, her er matkynstur eftir gamlari siðvenju blandað við nýhugsan. Lat ikki møguleikan gleppa tær av hondum at vitja hugnaliga húski, njót gestablíðnið og góðan føroyskum mat borðreiddan við kærleika og nærlagni. Finn meira íblástur á Facebook síðuni hjá Maud: Ger tað sjálv - Maudsa køkshavi. Bíllegg tíð við at skriva beinleiðis til Maud: maudwanghansen@gmail.com

Matvørubúðin er, sum navnið sigur, lokali matvøruhandilin. Her fæst næstan ALT. Umframt neyðsynjarvørur so sum mjólk, breyð og smør hava tey alt frá hosum til hamarar. Tey hava ikki heimasíðu, men um summarið er opið mánadag til fríggjadag frá 9.30 til 17.30, leygardagar 10.00 - 13.00. Á vetri eru upplatingartíðirnar møguliga øðrvísi. Telefon: 327150

So, kom bara út, tú verður ikki svong/svangur!