11705394_1122870931073008_2158624649714082882_o.jpg

//EN

Nólsoy offers a broad range of guided tours - including everything from birdwatching (the larges European Storm Petrel colony in the world), to nettle foraging and pizza making, to casual village walks with a local, to inspiring tours with Jens Kjeld, the local ornithologist. For guided tours there are three places to turn to:

Jens Kjeld Jensen - “Jens Kjeld can talk for hours about his collection of lice and fleas – and somehow it’s strangely exciting!” someone once said. Jens Kjeld knows absolutely everything about birds (and insects… and plants…and butterflies… and… ), and even has a botanical garden with Faroese plants. Into plants and birds - be SURE to book a guided tour with Jens Kjeld, or a visit. More at: jenskjeld.info and make sure to check out his webpage - on it you find an numerous scientific articles and beautiful pictures of flora and fauna)

Kaffistovan - Head directly over to their webpage and book a room (yes, they are also the islands B&B), you will need to sleep over, because late at night they put on their headlamps and take tourists Suður í Dalar’ (an amazingly beautiful part of the island) where you can see the big colony of european storm petrels. In the darkness you can hear them swoosh past your ears. In fact, Nólsoy has the largest European Storm Petrel colony in the world. Check out the European storm petrel tour and other tours at www.kaffistovan.fo

Gimburlombini - Gimburlombini means gimmer lambs in faroese (female lambs), and this summerizes the staff so very well (even though they by now also have two ‘ram lambs’ hired). The ever lively and spirited gimmer lambs (and ram lambs) in the summer time offer a daily guided tour of the village and the tour includes a delicious lunch of grilled fish. Interested in food? Be sure to also book a nettle picking tour - they will grill you a fresh nettle pizza at the end of the tour! Also they have hiking tours in the mountains and a pirate tour, perfect for a day out with the kids. See more at Gimburlombini

Full day programme - You are always welcome to contact us at Visit Nólsoy, we can coordinate tours, trips and other arrangements for you and your group. Just have in mind, that we need to charge 15% fee for the coordination.

Permit for walking certain areas: This summer we are going to sell permits to certain areas in the outfield. The agreement is made with the outfield of Heimara Helvt for tours in the areas: Suðuri í Dølum, Eggjaklett (highest point of Nólsoy) and Tjørnunes og Kassarnir. More info is coming up…

Nólsoy is a RAMSAR area - which means that sailing around the island with fast running boats and water scooters is prohibited in certain areas. See her the official announcement


// FO

Nólsoy kann bjóða tær ein ørgrynnu av upplivingum og túrum við ferðaleiðara - alt frá fuglaútferðir (stórsta drunhvítaland í heiminum er í Nólsoy), til at sáa notur til at gera pitsa, til spákan runt í bygdini, til spennandi útferðir við Jens Kjeld, fuglafrøðingi. Til túrar við ferðaleiðara kanst tú heita á:

Jens Kjeld Jensen - “Jens Kjeld kann tosa í tímar um savn sítt av lýs og loppum - og tað er so ótrúliga hugtakandi, so løgið tað ljóðar. Jens Kjeld veit alt um fugl (og smákykt … og plantur… og firvaldar … og..…) og hann hevur har aftrat ein botaniskan garð við føroyskum plantum. Hetta er avgjørt eina vitjan verd og bíllegg tær ein túr við Jens Kjeld sum ferðaleiðara, ella eina vitjan heima í savninum. Meira kunning á heimasíðuni www.jenskjeld.info - har tú finnur ein røð av vísindaligum greinum og vøkrum myndum av flora og fauna.

Kaffistovan - Far beint yvir á teirra heimasíðu og bíllegg eitt kamar (Ja, tey hava B&B á oynni), tú verður noydd/ur at gista, tí seint á nátt seta tey pannulyktir á og fara við ferðafólki Suður í Dalar - eitt serstakliga vakurt stað á oynni, har tú sært størsta drunhvítaland. Í myrkrinum hoyrir tú súsið av teimum uppi yvir høvdinum. Í roynd og veru er størsta drunhvítaland í heiminum úti í Nólsoy. Tú finnur meira um drunhvítatúrin og aðrar túrar á www.kaffistovan.fo

Gimburlombini - Gimburlombini er kafé’in har Kunningarstovan húsast. Og Gimburlomb er kanska just tað, sum eyðkennir starvsfólkini har (hóast har eisini eru tveir ‘brundar’ í starvi í løtuni). Tey fúsu og ferðugu fólkini hjá Gimburlombunum (og brundunum) bjóða í summar dagligar túrar í bygdini og túrurin inniheldur eisini ein vælsmakkandi miðmála við grillaðum fiski. Áhugað í mati? Far við teimum ein notutúr - tey grilla tær frísku notu-pitsairnar, tá tit koma heim av túrinum. Eisini bjóða tey túrar niðan á oynna og sjórænaratúr, perfekt til ein dag saman við børnunum. Sí meira um túrar á Gimburlombunum.

Dagstúr í Nólsoy: Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við Kunningarstovuna við fyrispurningum. Vit kunnu fyriskipa túrar, útferðir og annað fyri teg - ella bólkin, tú kemur út við. Gev bert gætur, at vit mugu taka 15% fyri samlaða kostnaðin fyri samskipanina.

Ferðaloyvi - í ár fara vit á fyrsta sinni at selja ferðaloyvir til ferðandi til ávís øki í haganum. Avtala er fingin í lag við hagapartin Heimara Helvt og er avtalan um ferðaloyvi galdandi fyri økini: Suður í Dalar, Eggjarklett, Tjørnunes og Kassarnar. Spyr á Kunningarstovuni, um tit ætla tykkum gongutúr hesar leiðir. Meira kunning um ferðaloyvini kemur…

Nólsoy er RAMSAR øki: Tískil er ikki loyvt at sigla innanfyri 500 m frá landi í ávísum økjum við skjóttgangandi báti ella vatnskutara. Sí kungerð frá 2017