Colorful-Nolsoy-village-on-the-Faroe-Islands.jpg.optimal kopi.jpg

Vælkomin til Visit Nólsoy 2019…

Tað er ikki bara Visit Faroe Islands, ið skipar fyri ferðavinnuráðstevnu. Í ár bjóða vit tykkum øllum vælkomnum á ferðavinnuráðstevnuna Visit Nólsoy 2019, DATO kl. 16.20 úr Havn. Ráðstevna er kanska í so nógv sagt, men latum okkum bara siga, at ein ráðstevna í Nólsoy sjálvsagt verður hildin Nólsoystyle - Við fimmara, eitthjólaðum súkklum, tveimum gimburlombum og eini lama, døgurða & drammi og góðanáttløgi. 




Vit gleðast yvir, at tú hevur hug at luttaka á Visit Nólsoy 2019, 12. oktobur. Tað er at skunda sær at melda til, tí tað er einans pláss fyri 30 luttakarum - Kanska verður tú millum tey heppnu - og kanska verða vit heppin, at fáa teg við sum luttakara. 

Luttøkan er ókeypis, tó tekur SSL eitt gjald fyri ferðing við Ternuni. Vín verður serverað afturvið matinum, og eisini okkurt drekkandi verður til fimmarin á Maggies og á Kaffistovuni seinni á kvøldið. Hava tit hug til okkurt afturat tí boðna, verða barrirnar á øllum triðmum støðum opnar, og tit eru vælkomin at keypa tykkum tað, ið tit annars hava hug til.

Leggið til merkis: Rástevnan Visit Nólsoy 2019 er einans fyri innboðnum. Í ár eru tey innboðnu starvsfólk á sølu og marknaðardeildunum hjá Atlantic Airways, Green Gate, Smyril-Line & 62N, umframt starvsfólk hjá Visit Faroe Islands. Vit vóna at síggja nógv tykkara.


Skráin er hendan:

16.20 Ternan siglur av Busatanga

17.00 Fimmari á Maggies - XXX spælur nýggj og eldri hitt, har vit øll kunnu syngja/tralla við

18.00 Runt í bygdini - Framsøga um ferðavinnuútboð í Nólsoy - Sæð gjøgnum eyguni á eini lama

19.00 Døgurði og Drammur hjá Gimburlombunum

21.30 Góðanáttløgur á Kaffistovuni

22.20 Tey heppnu* yvirnátta í Nólsoy - hini fara heim

* Her sipa vit ikki til tað summi tykkara halda, men heldur til tey heppnu ið fáa høvið at yvirnátta á Kaffistovuni B&B. Átta pláss eru í alt - so skundi tykkum at bíleggja. 

Útferð fyri luttakarar

Luttakarar á Visit Nólsoy 2019 hava eisini møguleika fyri at melda seg til eina útferð fyrr á degnum við hagatúri, havsvimjing og hitatunnu.

Tríggjar ferðir H

Hagatúrur, Havsvimjing & Hitatunna.

Ternan fer av Busatanga kl 12.30. Ferðaleiðari møtir tykkum á bryggjuni í Nólsoy og farið verður beint til gongu Suður í Dalar (tað havnafólk kalla baksíðuna av Nólsoynni). Suðuri í Dølum er ógvuliga náttúruvakurt, og er staðið, vit oftast senda ferðafólk at hyggja at lundum - tó eru eingir lundar at síggja í oktobur (sum tit vónandi vita ;) ). Afturkomin í bygdina er hitatunnan heit. Vit leypa út í deiliga kalda havið og verma okkum síðani í heitu tunnuni.

Havið handklæði og svimjiklæði við - ella ' go au natural'.

IMG-5426.JPG

Hagatúr, havsviming & Hitatunna

Njóti ein heilan dag í Nólsoy