OVASTEVNAN 2019

2. - 4. august

Vælkomin á OVastevnu dagur.jpg



Nú nærkast ársins Ovastevna við hastigum fetum. Hon liggur í ár beint á bakinum á Ólavsøkuni. Tað er helst fínt, nógv hava summarferiu enn og nú eru vit í góðari venjing til festligar løtur, gott lag, at hitta kenningar - ikki á Áarvegnum, men á keiini, á Ternuni, á Malarenda, í bátunum, á vøllinum, í tjaldinum, inni hjá nólsoyingum, í kirkjuni, í bygdahúsinum, við matarstøðini, í dansinum... Bygdin stendur á øðrum enda hesar dagarnar. Bonkir og borð verða stillað upp, ljósketur í føgrum litum hanga uppi, eyka sandur á Malarenda! keiin er spulað, tjaldið komið upp, onkur málar húsið, onnur skriva sketchir, hini lúka ímillum blómurnar ella gera mat, onnur farin á fjall, onkur annar farin í bað - jú, her ýður av lívið og fyrireikandi verum, stórum sum smáum. Longu fríggjadagin byrja fyrstu tiltøkini og skráin leygardagin er á tremur við tiltøkum til einhvønn smakk. Her er nakað fyri børnini og barnsligu sálirnar, her er nakað fyri tey songglaðu, fyri ítróttarfólkini, fyri tónleikaoyruni og dansibeinini, fyri plantuáhugaðu, fyri tey, sum vilja flenna - og fyri tey svongu og eisini tey tystu. Eitt væl blandað tyssi, har nógv er tilætlað, okkurt er óvæntað, men har alt kann spretta. Nólsoyingar eru sum altíð gestablíðir og taka ímóti gestum við opnum ørmum.

Vit fara her á síðuni at díkja niður í skránna og fara eisini at fregnast eftir, hvat nólsoyingar gleða seg mest til á Ovastevnu og hvat tiltak, tey høvdu farið til - um tey høvdu frí altso.


OVASTEVNA FYRI BØRNINI

Á Ovastevnu verður eisini nógv fyri børnini:

Kl. 11.00 Rennikapping úti á Veg (start og slutt við Matvørubúðina)

Kl. 12.00 7D biografur letur upp Úti á Veg - 60,-

kl. 14.00 Bál og sneisadrýl uttanfyri hjá Gimburlombunum.

Kl. 14.30 - 18.00 Barna -og familjutiltak Á Malarenda (sandurin)

Kl. 14.30 Barnabasarur - Børn selja Úti á Veg

Kl. 15.00 - 18.00 Spæliplássið á Látrinum er opið

Kl. 16.00 Boing bólar úti á Mýruni

Kl. 18.30 AVLÝST VEGNA SJÚKU :-( Ævintýraferðin - Dánjal á Neystabø og Búi Dam spæla og syngja fyri børnum á keiini við heiðursportrið

Kl. 20.00 Og so er tað kabarettin í Royndarhúsinum - børn gjarna saman við vaksnum



Hvussu halda nólsoyingar Ovastevnu?

Vit hava spurt nakrar nólsoyingar, bæði innfødd og tilflytarar, hvussu tey ætla sær at halda Ovastevnu…..

Ovastevna sambært Aksel og Hákun Andreas… Kabarett og dansur á keiini

Ovastevna sambært Barbaru….arbeiða, arbeiða, arbeiða, kabarett! og arbeiða, arbeiða….

Ovastevna sambært Maud…. Heimablíðni, hugni við familjuni og tiltakið “Dyrki framtíðina” eitt prát um burðardygd og lokala grønmetisframleiðslu

Ovastevnan sambært Mariann…..

Listaframsýning kl. 15.00 í Avhaldshúsinum og Yrkingar og Tónar kl. 16.00 í Avhaldshúsinum.

Ovastevna sambært Ba, Róin … Kabarett, dansur, Maggies og kanska ein øl, ella tvær

Konfirmantar hittast og síðan alt tað óvæntaða á Ovastevnu.

Ovastevnan sambært Kaffistovuni…. Barsil, selja leikur, kvinnufótbóltsdystur, túr við Jógvan Thomsen….

Ovastevna sambært Leif og Jákup - trygd, Listaframsýning, yrkingar og tónar í Avhaldshúsinum.